Manshondbóltur
Tvinnir dystir verða í bestu deildini í manshondbólti um vikuskiftið. Í báðum førum er annað av oddaliðunum, StÍF og VÍF, á útivølli móti liðum, sum á pappírinum mugu metast sum verandi veikari, men hinvegin er als ikki víst, at talan fyri tað verður um nakra lætta uppgávu.
Kunnu arga
Eitt skifti í endaspælinum gjørdu hoyvíkingar somikið nógv um seg, at liðið førkaði seg úr einum botnsessi til at gerast nakað, sum líktist einum bronsubiðli, men síðani tá er tó nakað av stígi komið í aftur, og tí er einki at ivast í, at strandingar eru stórfavorittar undan dystinum leygardagin.
Undir upptúrinum vóru strandingar einasta av oddaliðunum, sum hoyvíkingar ikki megnaðu at basa, men tað var tó nær við. Bert eitt mál í evstu løtu í dystinum á Skála tryggjaði StÍF sigurin, og tí er als ikki óhugsandi, at hoyvíkingarnir kunnu arga hesaferð.
Hinvegin fara strandingar helst at vara seg fyri nakað slag av undirmetan av mótstøðuni. Eftir tapið fyri Kyndli stendur fullkomuliga greitt, at nú eru ikki ráð at missa meira. Bæði VÍF og Kyndil andað meira enn heitt í nakkan á StÍF, og tí er tað bert sigurin, sum telir.
Tað er eisini útgangsstøði hjá VÍF, sum eisini fer á vitjan í Hoyvíkarhøllini sunnudagin. Og tað man í øllum førum vera víst, at VÍF so heldur ikki fer at undirmeta mótstøðuna, tá spælt verður í Hoyvíkarhøllini. Her hevur VÍF vitjað tríggjar ferðir í ár, og bert tað einu ferðina ? í grundspælinum móti H71 ? hevur hetta borið úrtøku við sær. Hinar báðar ferðirnar hevur talan verið um sannførandi sigrar til heimaliðið, og ivaleyst verður tað ein endurtøka av hesum, sum KÍF fer eftir.
Hjá VÍF er tó eingin bøn. Eftir at teir taptu fyri Kyndli, tóktust teir annars vera úti av gullstríðnum, men sigurin hjá Kyndli broytti aftur støðuna, soleiðis at teir nú aftur sjálvir eru harrar yvir egnari lagnu. Hetta krevur tó fýra sigrar á rað í seinastu dystunum, tí í øllum førum kunnu teir ikki spæla uppá, at StÍF fer at missa nakað sum helst.