Argandi, stuttligt og eitt sindur fúlt

Eitt tað heitasta navnið á føroyska tónleikapallinum verður aftur í ár ein partur av størsta festialinum í Føroyum

 

Argandi tekstir og fúl orð hava seinastu árini gjørt bólkin úr Havn kendan kring alt Føroyar. Við einum frekum glimti í eyganum hava teir framførslur, har fólk ikki kunnu gera annað enn at syngja við og fangandi løgini fáa hvørja ferð fjøldina upp at kóka.

Teir eru mennirnir aftan stóru hittini ”Herbergið” og ”Forelskaði Sjónleikari”, men teir hava fleiri onnur góð løg í skjáttuni. Løg, sum tey ungu kenna sum sín egna buksulumma.

Páll Finnur Páll fer í august mánaði eisini at spæla á Summar Festivalinum í Klaksvík. Bólkurin hevur havt fleiri minniligar konsertir á Summar Festivalinum, og teir koma aftur á festivalin í ár at seta sín eyðkenda dám á tiltakið.