Argjamenn skulu hava nýtt 8-mannafar. Tað sigur Jákup Joensen, sum síðani 2016 hevur verið formaður í Argja Róðrarfelag:
-Vit hava heitt á Sámal Hansen um at smíða okkum nýtt 8-mannafar, sum fer at verða latið okkum undan næsta kappingarári.
Í fjør vann Argjabáturin FM. Tað varð greitt á ólavsøku, tá ið Argjabáturin vann finaluna um FM í harðari kapping við Nevið Reyða úr Klaksvík.
Í ársins fyrsta kappróðri – á norðoyastevnu síðsta sunnudag – fóru Argjabáturin og Nevið Reyða undir nýggja kapping. Í fyrsta róðrinum vann Nevið Reyða, sum eisini vann á norðoyastevnu í fjør.
Sambært yvirlit í kappróðrarblaðnum, sum var partur av Vikuskiftissosialinum undan norðoyastevnu, hevur Argjabáturin vunnið fleiri FM enn nakar annar bátur. Argjabáturin hevur, síðani hann í 1991 vann FM fyri fyrstu ferð, verið meistari 15 ferðir. So ofta hevur eingin annar kappróðrarbátur vunnið FM.
Argjabáturin hevur vunnið FM í 1991, 1992, 1994, 1995, 1997, 1998, 2000, 2004, 2009, 2010, 2011, 2013, 2015, 2018 og 2019.









