FÓTBÓLTUR
Nógv rok hevur verið um pólska málverjan hjá FC Midtjylland, Arek Onyzko, sum fyrr hevur vart málið hjá Viborg og OB í bestu donsku fótbóltsdeildini. Nú hevur póllendingurin givið út eina sjálvsævisøgu, sum hann hevur givið heitið “Fucking Polak”. Bókina hevur hann skrivað í samstarvi við danska journalistin, Steffen Moestrup.
Partur av bókini handlar um blóðuga stríðið, sum var millum Arek Onyzko og fyrrverandi konuna, Onnu. 22. mars í ár kom veruliga til illnar millum tey bæði. Anna stakk Arek við einum breyðknívi, og rakti hon hann bæði í magan og í búkin, men tíbetur ikki so meint. Alt endaði við, at Arek slerdi konuna, og hann fekk ein treytaleysan valdsdóm fyri tragisku hendingina. Hendingin fylti sera nógv í donsku miðlunum. Kortini sær Onyzko uppá donsku miðlaranar, sum bæði sín vin og sín fígginda.
Kvinnuligir ítróttarjournalistar
Í bókini langar Onyzko harðliga út eftir kvinnuligum ítróttarjournalistum. Onyzko sigur seg ikki skilja hvussu tað ber til, at tað eru so nógvir kvinnuligir ítróttarjournalistar. Eftir hansara tykki, so tykjist tað sum um, at allir studiovertirnir í ítróttarsendingunum skulu vera kvinnur. Og hann spyr, um tað bara er, tí tær síggja so gott út? Og tann góða útsjóndin skal gera tað lættari at “lokka” svar burtur úr fótbóltsspælarunum. Onyzko sigur tað svara til, at hann sjálvur skuldi gjørt viðmerkingar til hondbólt, sum hann einki skil hevur fyri. – Tær hava jú aldrin sjálvar spælt fótbólt, so hvat f.... skal eg tosa við tær um? Spyr pólski málverjin.
Í bókini langar Onyzko eisini út eftir leiðsluni í OB, sum hann sigur heldur ikki hava skil fyri fótbólti. Onyzko heldur tað vera sinnissjúkt, at fólk sum einki skil hava fyri fótbólti skulu hava so stórt vald í danska fótbóltsheiminum. Hann hevur avgjørt, at fólk sum ikki hava skil fyri fótbólti, skulu tiga.