Arebiðssteðgur á almenna arbeiðsmarknaðinnum

Starvsmannafelagið góðtók eitt reallønarfall, men treytin var, at sáttmálin bert er eitt ár til longdar. Tað vildi fíggjarmálaráðið ikki góðtaka, og so er talan um arbeiðssteðg

Samráðingar

- Hetta er eitt úrslit, sum vit ikki eru nøgd við í tí stóra og heila.
Soleiðis byrjaði Gunnleivur Dalsgarð, formaður í Starvsmannafelagnum, tá vit fingu orðið á hann í løtunum eftir, at Starvsmannafelagið hevði havt fund um semingsuppskotið. Eitt semingsuppskot, ið bert innihelt eitt prosent í lønarvøkstri, og sum tí er minni enn inflatiónin hevur verið seinasta árið. Altso er talan um eitt reallønarfall.
- Hinvegin, so er hetta eitt framstig í mun til útspælið frá Fíggjarmálastýrinum, sum jú ikki vildi geva nakað sum helst. Tí halda vit, at hetta í verandi støðu er tað besta, sum vit kundu uppnáa. Ikki minst, tí talan bara er um ein eitt-ára sáttmála, staðfesti hann.
Umframt lítla lønarvøksturin, so inniheldur semjan eisini nakrar broytingar í lønarflokkingunum hjá Starvsmannafelagnum.
- Tað eru størv í Starvsmannafelagnum, sum koyra við nøkrum viðbótum, sum ikki rættiliga passa inn í sáttmálan. Nú hava vit so fingið skjalfest, at hetta framyvir eisini skal koma við í lønarflokkarnar. Tað er so ikki nakað, sum vit gera eftir einum degi, men bara tað at hava fingið hetta við í sáttmálan er eitt stórt framstig í so máta.
Hartil er eisini fingið meira nágreiniliga í sáttmálan, hvussu førleikamenning skal skiljast. Hetta hevur verið nakað flótandi áður, men nú verður alt fyri eitt farið undir at greina hetta.

Varð ikki góðtikið
Um hálvgum tvey tíðina komu boðini um, at Fíggjarmálaráðið ikki vildi góðtaka fyriliggjandi semingsuppskotið.
Við Útvarpið segði Bárður Nielsen, at fremsta orsøkin til hetta var, at tey ikki vildu gera ein sáttmála, sum bert gekk yvir eitt ár. Hetta vildi ikki givið neyðuga friðin á arbeiðsmarknaðinum.
Hartil helt Bárður Nielsen, at vøksturin á eitt prosent eisini var í hægra lagi í mun til nulloysnina, sum fíggjarmálastýrið kundi góðtaka.