Grønlendski trolarin, Arctic Voyager, sum skuldi sjósetast av bedingini hjá Mest í Havn seinnapartin í gjár, stendur framvegis. Mouritz Mohr, stjóri í Mest, segði í gjár, at skipið liggur eini 6-7 stig á liðini.
Tað hevur ikki eydnast In.fo at fáa orð á Mouritz Mohr í morgun, men tá vit vóru ein túr á bedingini fyri løtu síðan, væntaðu menn, at tað helst fer at eydnast at hála skipið leyst á hægstu flóð í dag.
- Tað skal helst ikki so ógvuliga nógv til, at Arctic Voyager flýtur, tí fremsti partur av skipinum flýtur longu. Tað er aftari partur sum stendur.
Sum skilst á bedingsmanni, er bedingsvognurin í tveimum, og tað er á fremra parti, at kjølurin hevur snarað sær av, meðan kjølurin stendur á hinum aftara og ytra vogninum.
- Tað verða sleipararnir hjá MEST, sum skulu hála skipið út á sjógv, soleiðis at tað flýtur. Júst nær, hetta verður gjørt, vita vit ikki beint í løtuni, segði bedingsmaðurin, sum In.fo hitti á bedingini.
Hann segði, at Arctic Voyager er ikki størsta og tyngsta skip, sum hevur staðiið á bedingini hjá MEST, men skipið vigar umleið 2.300 tons.
- Allar bedingar kunnu koma út fyri slíkum sum hesum, men vit vóna og vænta, at hetta fer at spæla væl av, legði hann aftrat.