Arctic Voyager fekk um skrúvuna

Leygarkvøldið kom Brimil á Havnina við uppsjóvartrolaranum Arctic Voyager, sum hevði fingið um skrúvuna – og við einum skaddum manni

Tað var fríggjadagin, at skiparin á Arctic Voyager ringdi til Brimil og bað um sleip, tí teir høvdu fingið bellin, sum er eitt stykki á trolinum, um síðuskrúvuna. Netið lá soleiðis, at hann tordi ikki at kobla í og sigla sum vanligt, tí at vandi var fyri, at tað kom um høvuðsskrúvuna eisini.

Brimil fór beinanvegin at sigla til Arctic Voyger, sum var staddur suðuri móti tí enska markinum á svartkjafaveiðu. Á veg út til Arctic Voyager ringdi skiparin á Næraberg og spurdi, um teir kundu taka ein mann inn við, tí hann hevði skorið seg í hondina.

Avtalað varð, at Næraberg skuldi hála og sigla á sama stað sum Arctic Voyager lá.

##med4##

Leygarmorgunin klokkan 00:30 fór arbeiðsbáturin hjá Brimli eftir manninum á Næraberg. Hetta gekk væl, og fingu teir mannin umborð á bátin í øllum góðum, sjálvt um tað var stór alda og vindur.

##med2##

Klokkan 01:50 hevði Brimil sett fast á Arctic Voyager og fór at sleipa móti landi.

Síðani varð sleipað móti Havnini, so at skaddi maðurin kundi koma undir læknahond.

Klokkan 18:30 komu skipini í Nólsoyarfjørð, og tá fór arbeiðsbáturin hjá Brimli inn á Havnina við manninum. Skaddi maðurin bleiv lagdur undir skurð í hondini seinni sama kvøld.

##med3##

Klokkan 20:00 var Arctic Voyager komin at bryggju í Tórshavn, tá fóru kavarar niður at skera av skrúvuni.

Arctic Voyager hevði fingið 700 tons av svartkjafti.

Myndir á sjónum: Marner Ludvig