Arctic Voyager á beding í Havn í næstu viku

Í morgun kom Arctic Voyager til Havnar, har hann skal á beding hjá Mest fyrst í næstu viku. Brimil fylgdi honum á leiðini

 

Sum skilst gekk tað væl at sigla hjá uppisjóvarskipinum úr Fuglafirði ti Havnan, og neyðugt var ikki hjá Brimli at hjálpa. Pumpur vórðu tó settar umborð á Arctic Voyarer, um tað skuldi verið neyðugt, men tær vóru ikki nýttar.

Arctic Voyarer liggur nú við bryggjuna við Vónina í Havn, har hann bíðar eftir at sleppa á beding. Tað verður tó ikki fyrr enn fyrst í næstu viku, tí í løtuni eru fýra skip á beding, nevniliga Gadus, Vesturbúgvin, Sandra og Westward Ho.

– Arctic Voyager sleppur upp fyrst í næstu viku, tá ið vit eru lidnir við Gadus, sigur Mouritz Mohr, stjóri á Mest.

##med2##

Staðfest er, at skipið hevur tvey stór hol, umframt at annar skaði er komin á botnin.

Tað var sunnukvøldið, at Arctic Voyager rendi á landi norðuri á Enni í Fuglafirði. Hann slapp av aftur við egnari megi.

Les meira her:

Tøkni var ikki orsøk til óhappið

Arctic Voyager slapp sjálvt av aftur