Hóskvøldið fekk rækjutrolarin Arctic Viking maskinbrek og sleppa tí skip og manning ongan veg í løtuni.
Teir vóru klárir at loysa fyri at fara á makrelveiði, tá teir hoyrdu okkurt óljóð úr motorinum.
Hvussu álvarsligt brekið er, og hvussu leingi tað verður at umvæla tað, veit Jóhan Joensen, reiðari, ikki.
Arctic Viking liggur nú við skipasmiðjuna í Havn.
Ætlanin var annars, at Arctic Viking skuldi partola eftir makreli saman við Pacific Voyager. Nú verður tað fyribils av ongum.