Arctic Viking dómurin avgjørdi trúvirðið

Óli Jacobsen
------------

Skrivingin í samband við Fiskimannafelagið sein­astu tíðina er grundað á sak­ar­málið millum FF og reiðaríið hjá Arctic Viking.
Sum áður greitt er frá varð sakin av FF sjálvum í rættinum og bløðum fyri ein part løgd upp til at snúgva seg um mítt trúvirði.
Hesa sakina tapti fiski­mannafelagið púra greitt. Tað kann einki meiningsleyst uttanumtos káva útyvir. Tí er óneyðugt við fleiri viðmerkingum, uttan at henda herferðin móti vitni í einum rættarmáli er sera nær markinum fyri brot á teirri i verju, sum eitt vitni hevur krav uppá í okkara rættarskipan. Tað sigur nú heldur ikki so lítið um teir sum standa fyri hesum.