Rækjutrolarin úr Kollafirði, Arctic Viking, er farin nýggjan túr, eftir at skipið júst hevur lagt veiðina frá seinasta túri upp í Noreg.
Við heimasíðuna www.skipini.fo sigur reiðarin, Jóhan Joensen, at Arctic Viking enn einaferð ferð til Svalbard at royna. Her hevur skipið fiskidagar og ikki kvotu.
- Hvussu langur túrurin verður, veldst sjálvsagt um, hvussu fiskiskapurin fer at vignast, sigur reiðarin, sum annars er nøgdur við seinasta túr hjá skipinum, tá Arctic Viking eisini fiskaði við Svalbard.
Við Portalin segði reiðarin herfyri, at Arctic Viking landaði í Kårvikhamn, og at veiðan lá um 500 tons.
Jóhan Joensen, segði eisini, at rækjutrolarin fór úr Føroyum hin 11. august, og at hetta soleiðis hevur verið ein hampiliga góður túrur. Meginparturin av rækjunum er rárækjur.
Við Arctic Viking á seinasta túri vóru 17 mans, og á brúnni var Niklái Petersen. Hendan túrin er Bjarni Petersen skipari.