Í dag - 17. juni - eru júst 25 ár liðin, síðan rækjutrolarin, Arctic Viking, varð navngivin á Landsten Slip & Bådbyggeri í Noregi. P/F Líðini í Kollafirði eigur skipið, sum øll hesi 25 árini hevur verið partur av føroyska rækjuskipaflotanum.
Einaferð var rækjuskipaflotin gull verdur fyri føroyskar fiskimenn og fyri føroyska samfelagið. Flotin førdi dýran fong av fjarleiðum, og uppi á landi á Oyri arbeiddu fólk í rækjuídnaðinum. Skjótt kunnu umstøður broytast, tá skerjingar eru í veiðirættindum, fiskiskapurin minkar ella, tá marknaðarviðurskiftini gerast trupul.
Í sínari tíð áttu føroyingar eini 10-12 rækjuskip. Í dag eru tvey skip eftir, Arctic Viking og Havborg, sum er heimahoyrandi í Leirvík.
Arctic Viking er eitt av mongu føroysku skipunum, sum er smíðað á Landsten Slip & Bådbyggeri í Noregi.
Síðan Arctic Viking gjørdist partur av føroyska rækjuskipaflotanum, hevur skipið øll árini - eisini tey truplastu - hórað undan teimum brotasjógvum, ið raktu føroysku rækjuskipavinnuna.
Øll hesi ár er Arctic Viking hitt einasta føroyska rækjuskipið, sum ongantíð hevur skift eigara og sum framvegis er partur av einum nógv tódnaðum føroyskum rækjuskipaflota.
Skiparar við Arctic Viking eru Bjarni Petersen og Niclái Petersen, men gjøgnum árini hava eisini aðrir verið á brúnni á rækjuskipinum úr Kollafirði.










