Archibald Black varð ein dagin í 2011 biðin um at tekna Hanus G. Johansen til ein fløguhúsa. Teir báðir hava kenst í mong ár, men tá ið bara ein ávís mynd skuldi mynda Hanus, trokaði tankin seg fram:
– Hvussu sær Hanus út?
Henda eina tekningin førd til eina heila bók um Hanus G. Johansen, sum Archibald Black hevur skrivað og leggur fram í kvøld klokkan 19:30, tá bókaútgáva verður í býráðshøllini í Klaksvík, har Archibald Black gevur út bókina - Archie og Hanus.
· Jógvan Skorheim, borgarstjóri bjóðar vælkomin
· Umboð vegna Sprotan, Jonhard Mikkelsen, stóri, sigur nøkur orð
· Hanus G. Johansen syngur tvey løg
· Archibald Black greiður frá hugskotum handan bókina
· Poul F. Guttesen hugleiðir um bókina
· Hanus G. Johansen syngur tvey løg
· Archibald Black / Hanus G. Johansen signera bókina, sum er til keyps fyri serprís
· Býráðið bjóðar ein kaffimunn
Sum øll onnur hevur Hanus ymisk andlitsbrøgd eftir, hvussu lagið er, so hvussu kann bara tann eina myndin vera ein rímiliga umboðandi mynd. Archie teknaði fýra myndir og fór síðan við hesum eina andliti at kanna, hvussu huglag spríkir ígjøgnum andlitsbrøgd, hvussu sinnið kann speglast í skinni.
Tað er Sprotin, sum hevur staðið fyri útgávuni av bókini Archie og Hanus.