Archibaldi dámar best at mála í august

Seinnapartin í dag lat Archibald Black upp enn eina framsýning í Leikalund í heimbýnum Klaksvík. Hetta er triðja ferðin, at hann sýnir fram á hesum søguliga og vælegnaða staði til framsýningar av slíkum slagi.

Á framsýningini eru íalt 16 av nýggjastu oljumálningum hansara, eins og fleiri tekningar. Myndirnar ganga allar undir sama heiti ?Av fjalli í fjøru? og bera stutt sagt navnið Landslagsmyndir.

- Mær dámar best at mála í august mánaði. Tá er framvegis grønt og heitt, men eitt sindur myrkt kortini, sigur Archibald.

Undan framførsluni í dag sang og spældi vinmaður hansara, Karl Martin Samuelsen nakrar sangir, eins og mentanarleiðarin hjá Klaksvíkar kommunu, Dávur Winther bar fram nøkur orð.

Framsýningin í gomlu handilshúsunum úti í Klaksvík er opin til 3. mai.