Arch Enemy á G!

Umvegis Facebook-síðu sína hevur G! í nátt kunngjørt, at death metal bólkurin Arch Enemy spælir á festivalinum í Gøtu í summar. Stutt fyri midnátt boðaði G! á Facebook-síðuni frá, at tey skjótt fóru at kunngera okkurt almennu heimasíðuni hjá festivalinum. Ein góðan hálvan tíma seinni komu so hesi boð á Facebook:

- OK, tað er synd at lata tykkum sita og bíða her á facebook alla nátt. Bólkurin sum kemur á G! er also metal legendurnar í Arch Enemy. Meira verður at frætta seinni í nátt.

 

Arch Enemy hevur sín uppruna í Svøríki og bólkurin varð stovnaður miðskeiðis í nítiárunum. Sermerkt við bólkinum við tungu tónunum er, at forsangarin er kvinna. Angela Gossow gjørdist partur av bólkinum í 2001 og tað er eftir hetta, at bólkurin av álvara hevur fingið luft undir veingirnar.

 

Bólkurin hevur givið eina rúgvu av tilfari út, fløgur, EP?ir og dvd-útgávur.