Bjarni Djurholm sigur, at tá ið tað snýr seg um mál, ið hava við rúsdrekkalógina at gera, krevur tað altíð drúgva politiska viðgerð.
Trupult at handfara
Tá ið okkurt mál viðvíkjandi rúsdrekkalógini ella kunngerðir í hesum sambandi eru fyri politiskt, er tað altíð nógv uppmerksomheit um tað, og hesi mál eru ógvulga trupul at handfara, sigur Bjarni Djurholm.
Landsstýrismaðurin greiðir tó frá, at broytingaruppskot hava verið til hoyringar, og at svarini upp á hoyringsskrivini eru á veg aftur til vinnumálaráðið. Bjarni Djurholm sigur seg vænta, at málið liggur á hansara borði aftur um ein mánað ella so, og síðani verður tað lagt fram á landsstýrisfundi.
Hetta er eitt ótrúliga trupult mál, men nakrar av teimum broytingum, sum eru væntandi, eru eitt nú, at tað fer at verða gjørligt hjá eitt nú matstovum at keypa upp á borg, og eisini kann væntast, at stórir kundar fara at fáa mongdaravsláttur í Rúsdrekkasøluni, sigur Bjarni Djurholm.
Sambært landsstýrismanninum er ein trupulleiki á økinum, at ásetingarnar fyri virkseminum hjá Rúsdrekkasøluni eru ógvuliga mótstríðandi. Hann nevnir sum dømi, at stovnurin skal hava eitt ávíst yvirskot, samstundis sum hann skal verða við til at tálma rúsdrekkanýtsluna í Føroyum.