Arbeitt fyri fráhaldssakini í 100 ár

Toftir: Í ár eru liðin 100 ár síðani ungar kvinnur og menn á Toftum tóku stig til at stovna Tofta Blákrossfelag. 

Henda dagin er ætlanin at markera á ymiskan hátt, m.a. við einum serligum Blákrossdegi nú sunnudagin, 6. januar á Toftum og í Rituvík.

Dagurin byrjar við gudstænastu í Fríðrikskirkjuni. Serligt barnatiltak verður í missiónshúsinum á Toftum fyri børn á Toftum og Rituvík. Um kvøldið verður so árliga veitslan og aðalfundur hjá felagnum.

Onnur tiltøk koma eisini at verða gjøgnum árið, sum serliga koma at varpa ljós á blákrossfelagið og blákrossakina. Arbeitt verður eisini við einum faldara, sum skal býtast út til øll húsini í økinum, eins og føðingardagurin verður markeraður á landsfundinum hjá Bláa Krossi Føroya á Toftum í mai mánaði.

- Hesar kvinnur og hesi menn, sum byrjaðu arbeiðið, vildu gera nakað við tað óskil tey høvdu sæð og upplivað av tí stóru brennivínsnýtsluni sum tá var, sigur Alfred Olsen, formaður í Tofta Blákrossfelagi.

Hann vónar at síggja nógvar av limunum í felagnum til 100 ára haldið, og at hesin dagurin kann verða startskotið til eitt áhugavert og gevandi blákross ár.