Arbeitt í 25 ár við einum smíli

Fríggjadagin hevði Jón Harald Poulsen 25 ára starvsdag hjá Klaksvíkar Kommunu. Í hesum sambandi varð skipað fyri hátíðarløtu í býráðshøllini.

Bæði familja og starvsfelagar møttu til hesa hátíðarløtuna.

Gunvá við Keldu, borgarstjóri, bar vegna Klaksvíkar Býráð fram eina heilsan og tøkk til Jón Harald Poulsen og síðan handaði honum blómutyssi og ein málning eftir Høgna Thomsen.

- Jón Harald er ein persónur, sum gongur inn fyri tí, sum hann ger, og hann ger tað við gleði, ja sum oftast við einum heilum ella hálvum smíli.

- Hetta eyðkennir hann bæði privat og í arbeiðnum. Fyri hann er arbeiðið ikki bara nakað, sum skal fáast frá hondini – nei, hann gongur fult og heilt inn fyri sínum uppgávum og ábyrgdum. varð millum annað sagt.

(Mynd: Jón Harald Poulsen og Gunvá við Keldu, nú hann varð heiðraður fríggjadagin. Málningin hevur listamálarin, Høgni Thomsen gjørt (Mynd: klaksvik.fo))