Arbeiðsvanlukka kravt eitt mannalív

DAGFØRT KL.1730 Ein ungur maður í tjúgunum hevur latið lív í arbeiðsvanlukku á Argjum

 

DAGFØRT KL.1730 Ein syrgilig arbeiðsvanlukka á Argjum hevur seinnapartin kravt eitt mannalív. Talan er um ein ungan mann í tjúgunum.

 

Vanlukkan hendi við fótbóltsvøllin á Argjum.

 

Eitt betong element koppaði niður á unga mannin, sum kom at liggja undir.

 

Løgreglan fekk fráboðanina um vanlukkuna klokkan 13:25 seinnapartin.

 

Maðurin varð fluttur á Landssjúkrahúsið, men hann kláraði ikki at koma frá vanlukkuni við lívinum.

 

Arbeiðseftirlitið kannar í løtuni tilburðin á Argjum seinnapartin. Men enn er ov tíðliga at siga nakað um orsøkina til arbeiðsvanlukkuna.

 

Tey avvarandi hava fingið boðini um vanlukkuna. Myndugleikarnir veita kreppuhjálp til tey, sum eru rakt av vanlukkuni.

 

Jón Klein Olsen, varapolitiinspektørur, greiddi frá málinum í tíðindunum á Rás2 klokkan 1700. Hoyr samrøðuna við at trýsta á pílin undir myndini.