Arbeiðsskaði í Hundsarabotni

Ein ungur maður er fluttur á Landssjúkrahúsið eftir at hava fingið skaða í grótbrotinum í Hundsarabotni

Umleið klokkan 14 í dag hendi ein arbeiðsskaði í grótbrotinum í Hundsarabotni, tá ein maður fekk grót á seg.

 

 

Maðurin, ið er síðst í tjúgunum, er uttan fyri lívsvanda, men hevur fingið skaða í beinini.

 



Maðurin, sum í løtuni er til kanningar og viðgerðar á Landssjúkrahúsinum, var í ferð við at merkja upp, hvar borast skal fyri næsta skoti, tá grót brádliga reið úr beninum og rullaði á hann.

 



Bæði politi og arbeiðseftirlit hava verið á staðnum og kannað umstøðurnar kring óhappið. Landsverk kannar somuleiðis umstøðurnar á staðnum.

 



Seinast skotið varð í Hundsarabotni, var 7. apríl í ár.