Arbeiðsóhapp í Viðareiðistunlinum

Ungur maður innlagdur á Landssjúkrahúsið

Á miðdegi í dag fekk løgreglan boð um, at eitt arbeiðsóhapp var hent í Viðareiðistunlinum.

Ein maður var komin undir eina maskinu, sum hevði koyrt tvørtur yvir beinunum á honum.

Sjúkrabilur varð boðsendur og løgregla og Arbeiðseftirlit fóru eisini á staðið.

Løgreglan sigur, at maðurin varð fluttur á Landssjúkrahúsið, og har varð hann innlagdur við brotnum beini.