Eitt arbeiðsóhapp á uppsjóvarvirkinum Faroe Pelagic í Kollafirði nú seinnapartin hevði við sær, at ein maður kom so illa til skaða, at hann varð fluttur á Landssjúkrahúsið, har hann nú er undir læknahond.
Løgreglan er ógvuliga sparin og varin við upplýsingum, men sigur tó so mikið sum, at tey avvarðandi hjá manninum hava fingið boð.
Vit fylgja málinum her á in.fo










