- Verður uppsjóvarvirkið veruleiki, so eru vit við. Hetta er tað, sum nevndin vil, og sum limirnir í dag hava givið okkum fulla heimild til, sigur Óli Johannesen, formaður í Fuglafjarðar Arbeiðsmannafelag.
Á eykaaðalfundi í dag fekk nevndin í Fuglafjarðar Arbeiðsmannafelag heimild frá limunum til at arbeiða víðari við ætlanini um at seta partapening í eitt felag, sum skal byggja eitt uppsjóvarfelag í Fuglafirði.
Óli Johannesen, formaður í Fuglafjarðar Arbeiðsmannafelag, ynskir í løtuni ikki at upplýsa, hvussu nógvar pengar, talan er um at arbeiðsmenn í Fuglafirði skulu seta í hesa verkætlan.
- Men tað, sum stendur púra greitt er, at verður ætlanin veruleiki, so eru vit við, staðfestir Óli Johannesen.
Les eisini: Savna partapening í Fuglafirði
Formaðurin í Fuglafjarðar Arbeiðsmannafelag er sannførdur um, at tað er skilagott fyri felagið at seta pengar í.
Óli Johannesen vísir á, at eitt tílíkt virki vil geva eini 70 til 90 arbeiðspláss, og tað kemur uttan iva at síggjast aftur í limaskaranum og pengakassanum hjá Fuglafjarðar Arbeiðsmannafelag.
Eisini vil eitt uppsjóvarvirki á havnalagnum í Fuglafirði skapa meira arbeiði á Havsbrún, sum kemur at taka ímóti øllum tí, ið ikki kann brúkast til matna.
- Samanumtikið vil eitt uppsjóvarvirki skapa nógv arbeiði og eina positiva gongd fyri bygdina. Og gongur bygdini væl, so gongur eisini Arbeiðsmannafelagnum væl, sigur Óli Johannesen og heldur fram:
- Sum felag er tað okkara høvuðsendamál at arbeiða fyri góðum umstøðum fyri okkara limum. Tað meta vit okkum gera við at seta pengar í eitt uppsjóvarvirki. Og í dag hava vit fingið neyðugu heimildina frá okkara limum, sigur Óli Johannesen.
Sambært viðtøkunum fyri Fuglafjarðar Arbeiðsmannafelag skulu 60 limir møta á eykaaðalfundi, fyri at hesin skal vera viðtøkuførur til avgerðir, ið snúgva seg um at brúka pengar hjá felagnum. Somuleiðis siga viðtøkurnar, at tveir triðingar av teimum, sum møta á eykaaðalfundi, skulu atkvøða fyri – annars dettur málið burtur.
Stóra leitingin eftir Rana í Billustovu í dag merkti eisini eykaaðalfundin. Tí nógvir av limunum hjá Fuglafjarðar Arbeiðsmannafelag vóru við í leitingini.
- Men vit fingu 62 limir at møta á fundi, og millum hesar var stórur meiriluti fyri at geva nevndini heimild at arbeiða víðari við málinum, sigur Óli Johannesen.
Umleið 300 limir eru í Fuglafjarðar Arbeiðsmannafelag.
Mánakvøldið er boðað til fundar, har møguligir íleggjarar skulu gera sína støðu greiða. Tá fæst ein greið ábending um, hvørjir ílggjarar eru við í ætlanini at byggja eitt uppsjóvarvirki í Fuglafirði.
Les eisini: Fyrireika uppsjóvarvirki í Fuglafirði
Talan er eisini um nógvar pengar, sum skulu reisast. Sambært keldum hjá in.fo fer virkið at tátta í 200 milliónir krónur, tá tað stendur liðugt. Og neyðugt er við útvið einum triðingi av íløguni í partapeningi.
Málið hevur skund, tí ein fortreyt fyri ætlanini er, at uppsjóvarvirkið kann standa liðugt, tá vertíðin eftir makreli byrjar, umleið 1. juli.