Arbeiðsmenn hava móttøku í morgin

Í morgin hava arbeiðsmenn í Havn almenna móttøku í nýggja bygninginum við Tinghúsvegin í Havn.

 

Nýggi bygningurin á Tinghúsvegi 5 stóð leingi í gerð, men nú er hann liðugur og tikin í nýtslu.

 

Í tí sambandi bjóðar Havnar Arbeiðsmannafelag til almenna móttøku í bygninginum í morgin, fríggjadagin, frá kl. 15.30 til 18.00.

 

Á skránni verða m.a. sangur, røður og filmur, sigur felagið, og okkurt gott verður eisini til góman.

 

Havnar Arbeiðsmannafelag er 100 ár í ár, og bók verður í løtuni skrivað um felagið. Kunnað verður um hetta arbeiðið á móttøkuni.

 

Filmurin, sum verður vístur, er um fyrstu 10 árini hjá felagnum - frá stovnanini í 1916, til Føroya Arbeiðarafelag verður stovnað í 1925.