Arbeiðsmarknaður til tey við menningartarni 


Umframt at hava egnan bústað, er umráðandi fyri tey flestu, sum bera menningartarn, at tey eru virkin á arbeiðsmarknaðinum. 


Umframt at hava egnan bústað, er umráðandi fyri tey flestu, sum bera menningartarn, at tey eru virkin á arbeiðsmarknaðinum. 


Tey flestu av teimum við menningartarni hava førleika at geva ávíst íkast til marknaðin og marknaðurin kann soleiðis fáa stóra gleði av teimum við menningartarni. Ikki bara í arbeiðsavriki, men eisini ein víðskygdari hugburð til okkara fjølbroytna samfelag. 
Tað, sum er umráðandi er, at man er til reiðar at fyrireika seg til, at nóg nógv arbeiðspláss eru tøk á vardum verkstøðum og á vanliga arbeiðsmarknaðinum. Og at man frá almennari síðu ger tað sum skal til, so arbeiðsmarknaðurin er førir fyri at hýsa teimum við menningartarni. M.a við ráðum til arbeiðsplássi, hjálparfólk ella stuðul.

Tey flestu við menningartarni kunnu gera okkurt til gagns fyri arbeiðsplássi. Og bara tað, at tey hava okkurt arbeiði at fara til hvønn dag, økir um teirra lívsgóðsku, trivnað osfr, og so sanniliga eisini um lívsgóðskuna hjá teirra avvarandi. 
Samanumtikið fáa vit eitt nógv litríkari og víðskygdari samfelag, um vit hugsa allar borgarar, sum eitt positivt íkast til samfelagið.

Tað krevur ávísa fyrireiking,  men loysir seg á øllum frontum.  Trívast fólk og mennast eru tey bíligari fyri heilsuverk og almennaverk, tí vil tað eisini loysa seg í krónum og oyrum - í longdini.

Annita á Fríðriksmørk