Arbeiðsloysisskipanin keypt Losjuna í Havn

Arbeiðsloysisskipanin hevur keypt bygningin hjá Losjuni á Tinghúsvegnum í Havn fyri 6,2 milliónir krónur.

 

Losjan er grannabygningur hjá Arbeiðsloysisskipanini, sum hevur havt til húsa í bygninginum, sum Føroya Sparikassi í sínari tíð bygdi við Tinghúsvegin. Hendan bygningin keypti Arbeiðsloysskipanin frá táverandi Eik Banka í 2008 fyri 22,7 milliónir krónur.

 

Losjan »Støt Viljen« er nú flutt úr losjubygninginum við Tinghúsvegin, har Losjan hevur hildið til síðani hon var stovnað í 1902 – harvið fer eitt 115 ára skeið í søguna.

 

Í framtíðini skal Losjan halda til í húsinum hjá Føroya Tempulriddara-ordani oman Viðarlund 7 í Havn.