Arbeiðsloysið var 1,1 prosent í juli

Tað er 0,4 prosentstig hægri enn í juli mánað í fjør, tá tað var 0,7 prosent.

 

Arbeiðsloysið var 1,1 prosent í juli, sum svaraði til 328 fulltíðararbeiðsleys. Sama mánað í fjør var arbeiðsloysið 0,7 prosent við 215 fulltíðararbeiðsleysum.

 

Ein fulltíðararbeiðsleysur er ein persónur, sum er arbeiðsleysur allan mánaðin. Tað merkir, at eru tveir persónar raktir av arbeiðsloysi ein hálvan mánað hvør, telja báðir samanlagt sum ein fulltíðararbeiðsleysur henda mánaðin. Í juli vóru 357 persónar raktir av arbeiðsloysi, sum eru 110 fleiri enn í juli í fjør.

 

Í juli vóru 180 fulltíðararbeiðsleysir menn, ið svarar til 1,1 prosent. Hetta er 0,4 prosentstig hægri samanborið við sama mánað í fjør. Hjá kvinnum var arbeiðsloysið 1,0 prosent ella 148 fulltíðararbeiðsleysar kvinnur. Tað er 0,3 prosentstig hægri samanborið við juli í fjør.

 

Landkortið vísir arbeiðsloysi eftir øki. Í juli var arbeiðsloysið minst í Sandoyar øki við 0,4 prosentum, sum er 0,6 prosentstig lægri í mun til juli í fjør. Í øllum hinum økjunum er arbeiðsloysi størri samanborið við í fjør. Suðuroyar øki hevur størsta arbeiðsloysi við 2,5 prosentum, sum er 1,3 prosentstig hægri í mun til í fjør. 

 

Av teimum 25 til 34 ára gomlu vóru 1,4 prosent arbeiðsleys í juli. Minsta arbeiðsloysið var millum tey 55 til 66 ára gomlu við 0,8 prosentum. 

 

Í juli vóru 36 persónar ella 10,1 prosent av teimum arbeiðsleysu langtíðararbeiðsleys. Tað vil siga, at tey hava verið arbeiðsleys í longur enn eitt ár. Tað er 1,5 prosentstig lægri samanborið við í fjør, men átta persónar fleiri eru langtíðararbeiðsleysir. Í juli var størsti bólkurin av arbeiðsleysum tey, sum hava verið arbeiðsleys millum 30 til 89 dagar.

 

Arbeiðsloysi sum hugtak

 

Arbeiðsloysisuppgerðin hjá Hagstovu Føroya og hjá hagstovum í londum kring heimin fylgir allýsingum um arbeiðsloysi hjá International Labour Organisation (ILO), sum er stovnur undir Sameindu Tjóðum. 

Eftir allýsingini eru arbeiðsleys tey, sum ikki hava nakað arbeiði, eru fult tøk á arbeiðsmarknaðinum og eru virkin arbeiðssøkjandi.

 

Í mánaðarligu arbeiðsloysisuppgerðini hjá Hagtovu Føroya eru arbeiðsleys tey, sum eru skrásett hjá ALS og Almannaverkinum og lúka allýsingina omanfyri.