Arbeiðsloysið stendur í stað

Tað er eitt lítið vet hægri enn fyri tveimum mánaðum síðani, men væl lægri enn fyri einum ári síðani


Arbeiðsloysið í Føroyum stendur í stað.
Tað vísir ein nýggj uppgerð hjá Hagstovuni.

 

Uppgerðin vísir, at í januar var árstíðarjavnaða arbeiðsloysið 896 fólk og tað  svarar til 3,3%. Tað eru nøkur fá fleiri enn í desember og november í fjør, men samanborið við januar í fjør eru tað eru 234 færri.

 

At arbeiðsloysið er árstíðarjavnað, merkir, at tølini eru reinsað fyri  afturvendandi sveiggið í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Sostatt ber til at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar, sigur Hagstovan.

 

Men í tølum vóru 962 fólk arbeiðsleys í januar, tað svarar til 3,5% av arbeiðsfjøldini.

 

Hetta eru 55 fólk fleiri enn í desember, men 251 færri enn fyri einum ári síðani.

 

Tað eru væl fleiri kvinnur, sum eru arbeiðsleysir, enn tað eru menn. Fyri einum ári síðani var árstíðarjavnaða arbeiðsloysið hjá kvinnum, 5%, men nú er tað minkað niður í 4,4%.

 

Hjá monnum var árstíðarjavnaða arbeiðsloysið 3,5% fyri einum ári síðani, men nú er tað komi niður á 2,4%