Í juli 2015 var árstíðarjavnaða arbeiðsloysið av fulltíðararbeiðsleysum 818, ið er umleið trý prosent. Í juni var talið av arbeiðsleysum 780 fólk, og er sostatt talið av arbeiðsleysum voksið við 38 fólkum. Tað upplýsir Hagstova Føroya í dag.
Sambært hagtølunum, so eru tað fleiri kvinnur, ið eru arbeiðsleysar enn menn. Hjá kvinnum var arbeiðsloysið 3,8 prosent, meðan tað hjá monnum er 2,3 prosent.
Arbeiðsloysið hevur seinastu trý árini ligið um trý prosent. Í mai var tað 3,1 prosent, í juni 2,9 prosent og í juli 3,0 prosent.