Arbeiðsloysið komið niður um túsund fólk

Sandoy er í eini serligari støðu


Í september í ár minkaði  arbeiðsloysið í Førouym niður um túsund fólk.

Tað vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni.

Uppgerðin vísir, at í septembr í ár vóru 988 fólk arbeiðsleys, tað eru 3,6 prosent. Tað eru 44 fólk færri enn í august og 145 færri enn fyri einum ári síðani.

 

Hagstovan sigur, at arbeiðsloysið er minkað munandi meir hjá monnum enn hjá kvinnum.

Í september var arbeiðsloysið hjá monnum 382 í tali ella 2,6 prosent, og hjá kvinnum var tað 598 í tali, ella 4,8 prosent.

Hetta eru 216 fleiri kvinnur enn menn, og síðani á nýggjárinum er munurin nógv vaksin.

 

Uppgerðin hjá Hagstovuni umfatar bæði arbeiðsleys hjá ALS og hjá Almannastovuni.

Út frá talinum av arbeiðsloysistímum verða tey í ALS umroknað til fulltíðararbeiðsleys. 

Tey, sum ikki eru í ALS men fáa arbeiðsloysisveiting frá Almannastovuni, eru øll roknað sum fulltíðararbeiðsleys.

 

Arbeiðsloysið í ymisku aldursbólkunum er ymiskt, alt eftir kyni. Hjá monnum er tað nógv hægst í elsta aldursbólkinum 55-66 ár, men hjá kvinnum er tað nógv hægst í aldrinum 25-34 ár.

 

Bara í yngsta aldursbólkinum 16-24 ár er tað minst bæði hjá kvinnum og monnum.

Ein orsøk til hetta er helst, at í hesum aldursbólki hava tey ikki eins fast tilknýti til arbeiðsmarknaðinum sum tey eldru.

 

At arbeiðsloysið er størri hjá kvinnum enn hjá monnum er vanligt.

Einasta undantakið er í tíðarskeiðnum, tá arbeiðsloysið var skjótt veksandi undir fíggjarkreppuni 2009-2010.

 

Tá ið arbeiðsloysið fór at minka aftur á vári 2011, minkar tað skjótari hjá monnum, so at munurin hevur verið vaksandi, serliga tvey tey síðstu árini, sigur Hagstovan.

 

Lutfalsliga er arbeiðsloysið minst í Eysturoy, har tað er 2,2 prosent . Hjá monnum er tað heilt niðri á 1,1 prosent og hjá kvinnum er tað 3,5 prosent.

Síðani hækkar tað úr knappliga trimum til gott fýra prosent úr Vága, Norðoya, Streymoyar og til Suðuroyar sýslu.

- Sandoy er í serstøðu við tí hægsta arbeiðsloysinum oman fyri átta prosent, sigur Hagstovan

 

Myndin niðanfyri vísir gongdina í arbeiðsloysinum síðstu fimm árini, eins og sjónliga munin millum talið av skrásettum arbeiðsleysum, umroknað til fulltíð og so árstíðarjavnað.

Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðaravvik, sum t.d. afturvendandi sveiggið í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar.