Arbeiðsloysið hevði vaksið 500 fólk

Verður ein ætlan hjá meirilutanum í Arbeiðsloysisskipanini fylgt, fer arbeiðsloysið at hækka munandi

Eini 500 arbeiðsleys afturat ávísar tíðir á árinum!

Georg F. Hansen, formaður í Føroyar Arbeiðarafelag, sigur, at hetta verður avleiðingin, verður eitt uppskot frá meirilutanum í stýrinum fyri ALS, fylgt.

 

Á aðalfundi í Føroya Arbeiðarafelag í morgun, staðfesti hann, at nógv hevur verið tosað um, at tað er ikki rætt, at nøkur arbeiðsfólk, sum hava góða løn, samstundis hava fingið pengar úr ALS skipanini.

 

Nøkur av arbeiðsfólkunum, hugsað verður um, eru tey, sum arbeiða á uppsjóvarvirkjunum.

 

Makrelurin skapar nógv arbeiði á landi, men tíverri vísir tað seg, at hetta eru bara einar fimm mánaðir um árið, at arbeiði er á virkjunum.

 

Georg F. Hansen sigur, at hann hevur kannað, hvat tey, ið arbeiða á uppsjóvarvirkjunum, fáa í løn.

Árslønin hjá teimum liggur um einar 220.000 krónur, men afturat tí kemur so tað, tey fáa frá fiskavirkisskipanini hjá ALS.

 

Hann sigur, at meirilutanum í stýrinum fyri ALS ætlar at broyta fiskavirkisskipanina soleiðis, at tað bara skal vera arbeiðsfólkið á teimum virkjum sum arbeiða botnfisk, sum skulu sleppa at vera í henni.

 

Georg F. Hansen sigur, at hann hevur mótmælt hesum.

- Verður arbeiðsfólkið á uppsjóvarvirkjunum kroyst inn í vanligu ALS skipanina, fer talið á arbeiðsleysum at veksa eini 500 fólk, ta tíðina einki arbeiði er á hesum virkjum, sigur hann.