Arbeiðsloysið heldur á at falla

45 færri arbeiðsleys í novembur enn í oktobur, 278 færri enn í novembur í fjør.

Arbeiðsloysi í Føroyum heldur á at falla. Hagstova Føroya hevur í dag kunngjørt tølini fyri arbeiðsloysi í Føroyum og tey vísa, at tað 30. novembur vóru 879 arbeiðsleys í Føroyum, 337 menn og 544 kvinnur. Hetta er ein minking upp á 45 fólk í mun til í oktobur, 22 menn og 14 kvinnur. Orsøkin til, at hesi tølini ikki samsvara er, at hetta eru árstíðarjavnaðu tølini.

 

Í prosentbýti av arbeiðsfjøld er talan um 3,2 prosent av samlaðu fjøldini, 2,3 prosent av monnun og 4,4 prosent av kvinnum. Tølini fyri oktobur vóru 3,4 prosent, 2,4 prosent og 4,5 prosent.

 

Samanborið við novembur í fjør, er arbeiðsloysið fallið við einum prosentstigi, úr 4,2 prosentum til 3,2 prosent. Í novembur 2013 vóru 1151 arbeiðsleys, 498 menn og 658 kvinnur. Sostatt eru 161 færri arbeiðsleysir menn og 114 færri arbeiðsleysar kvinnur nú enn fyri einum ári síðani.