Arbeiðsloysið fellur framvegis

Arbeiðsloysið í Føroyum fellur javnt og samt


Arbeiðsloysið í Føroyum heldur fram at fella.

Tað vísir ein nýggj uppgerð hjá Hagstovuni.

Uppgerðin vísir at síðst í oktober í var vóru 845 fólk arbeiðsleys og tað er 3,1 prosent av arbeiðsfjøldini.

 

Tað er nakað minni enn fyri einum ári síðani, tá ið 1039 fólk vóru arbeiðsleys og tað svaraði til 3,8 prosent av arbeiðsfjøldini.

Men síðani er tað javnt og samt lækkað til tað kom niður á 3,1 prosent í oktober. Hinvegin er árstíðarjavnaða arbeiðslosið eitt vet hægri, tað er 3,4 prosent.

Fyri einum ári síðani var tað 4,2 prosent.

 

At tølini fyri arbeiðsloysið eru árstíðarjavnað, merkir, at lagt er upp fyro fyri afturvendandi sveigginum, sum er í virkseminum ímillum vár og summar, heyst og vetur.

Hetta merkir so aftur, at tað ber til at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar.

 

Men nú, ein mánað seinni, er arbeiðsloysið lækkað enn meiri, tí í dag eru 796 fólk í ALS, vísa tølini hjá Arbeiðsloysistryggingini sjálvari.

Men kynsbýtið á teimum arbeiðsleysu er ójavnt, tí tað eru 500 kvinnur og 296 menn sum eru arbeiðsleys.

 

Í Suðurstreymoy eru 300 arbeiðsleys, í Eysturoy, 147, í Suðuroy, 92 fólk, Í Norðoyggjum eru 84 arbeiðsleys, í Norðstreymoy eru 74 arbeiðsleys, í Vágum eru 56 arbeiðsleys og í Sandoy eru 43 arbeiðsleys.

Her skal kortini leggjast afturat, at áðrenn kreppuna, í 2008, vóru yvir 26.000 løntakarar í Føroyum, men nú tað eini 2000 løntakarar færri.