Arbeiðsloysi er met lágt

Í mai mánaði vóru 0,6 prosent arbeiðsleys, skrivar Hagstovan. Tað er tað lægsta talið nakrantíð.

 

Sambært Arbeiðsloysisskipaini, so er talan 120 fólk, sum hava verið arbeiðsleys í seinasta mánaði. 51 kvinnur og 69 menn.

Tað hægsta, sum arbeiðsloysið hevur verið í ár, er 0,9 prosent, og var tað í januarmánaði. Vit kunnu tí siga, at vit í veruleikanum ikki hava arbeiðsloysi í Føroyum, og tað sæst eisini aftur hjá vinnu, har fleiri starvsgreinar hava trupult við at fáa fólk til uppgávurnar.

Hóast arbeiðsloysi er lágt, so eru tó 577 fólk í løtuni í fiskavirkisskipanini, tí at arbeiðsgevari teirra ikki hevur arbeiði til teirra í løtuni. Funnist hevur verið at hesi skipan, tí samstundis sum vinnan skríggjar eftir fólki, so fáa fólk pengar fyri ikki at fara til arbeiðis hjá sínum arbeiðsgevara, sum í løtuni ikki hevur arbeiði til teirr.

Myndirnar vísa býtið millum kynini og millum økini í Føroyum:

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##