Fjølsmiðjan hjá Arbeiðsloysistryggingini hevur í dag selt loppur og annað í Perluni.
Fjølsmiðjan, sum heldur til uppi á Hjalla, men sum nú fer at flyta oman í miðbýin, sum in.fo skrivaði um síðsta mikudag, hevur í dag havt eina pop-up sølu í Perluni, har teir hava selt ymiskar lutir, bæði nýframleiddar og góðar, gamlar loppur.
Hetta eru í stóran mun vørur, sum tey arbeiðsleysu uppi á Fjølsmiðjuni hava gjørt. Heimaseymaði barnaklæði, hurðakransar og prýðislutir, ístandsett innbúgv, lampur, dreyðaðar træpennar, ostabrettir og líknandi.
Eisini hava runnar, jarðberjaplantur, bótarurt, purleykur og ymiskir runnar frá vakstrarhúsinum hjá ALS verið til sølu.
Fitt av fólki hevur verið framvið og vitjað og mong hava eisini keypt okkurt við sær avstað.