Í dag lat eitt nýtt fríøki upp fyri búfólk á Eirargarði í Havn.
Talan er um eina verkætlan, sum ALS hevur sett saman, og sum er gjørd í samstarvi við Eirargarð, Tekniska Skúla, Almannamálaráðið, Landsverk og J&K Petersen, sigur Magni á Deild Olsen, stjóri í ALS. Hetta er triðja verkætlani, har ALS bjóðar arbeiðsleysum borgarum at taka eitt tríggjar mánaða langt timburskeið á Tekniska Skúla í Havn, har tey bæði læra at tekna, arbeiða við timbri og gera eina størri verkætlan. Fyrsta verkætlanin var at gera eitt bygdarsavn í Kvíkvík. Onnur verkætlanin var at innrætta part av niðurløgdu smoltstøðini á Selatrað, sum Skótadeplinum fekk frá Bakkafrost fyri nøkrum árum síðani.
Hesaferð er talan um at gera eitt fríøki til íbúgvar á Eirargarði í Havn.
Stjórin sigur seg fegnast um tað góða samstarvið, sum hevur verið millum partarnar í verkætlanini. - Tekniski Skúli hevur lagt hølir til og staðið fyri undirvísingini, Almannamálaráðið hevur latið fíggjarligan stuðul til tilfar, Landsverk hevur planerað fríøkið, og privata fyritøkan J&K Petersen hevur verið sera lagalig í mun til betongið, sum er lagt á lendið, sigur Magni á Deild Olsen. |










