Arbeiðsgevari verður framvegis kannaður

Arbeiðsgevari, sum bleiv meldaður fyri at hava verið ónærisligur móti ungari gentu, er eisini skuldsettur fyri harðskap

Í Januar mánað meldaði ein ung kvinna arbeiðsgevaran hjá sær og segði, at hann hevði verið ónærisligur móti henni.Bæði tvey blivu beinan vegin tikin inn til avhoyringar, og málið kannað.

 

Málið liggur nú hjá ákæruvaldinum, og Linda Hesselberg, ákæri, sigur, at tað neyvan verður stórvegis nýtt at frætta um málið fyrr enn eftir páskir.

 

- Nú havi eg ikki málið sjálv, men eg veit, at tað var klárt at fara í rættin, og ákæra varð reist, men so kom okkurt nýtt forhold, og nú verður hann eisini ákærdur fyri harðskap, og hesi bæði mál skulu fylgjast í rættinum, sigur hon.