Arbeiðsgevararnir høvdu matarsteðg við pizza

Samráðingar hava verið í Kaffihúsinum í allan dag millum Pedagogfelagið og Fíggjarmálaráðið saman við Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum. Partarnir settust við borðið klokkan 10 í morgum.

Gott lag var á Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharra, tó at hann ikki fekst at siga nakað um, hvussu tað gongur við samráðingunum (Mynd: Jonhard Hammer)

Tá myndamaður okkara í kvøld møtti samráðingarfólkunum hjá arbeiðsgevarunum við Jørgen Niclasen og Paula Trónd Petersen á odda, var ein lítil steðgur í samráðingunum. Tey keyptu tá pizza í Eta, sum er í kjallaranum her í Miðlahúsinum.

 

Men Jørgen Niclasen fekst ikki at siga eitt einasta orð um, hvussu tað hevur gingist við samráðingunum.

 

Hann var í skemtiliga lagnum og tosaði nógv, tó ikki um samráðingarnar.

 

Gott lag var á Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharra, tó at hann ikki fekst at siga nakað um, hvussu tað gongur við samráðingunum (Mynd: Jonhard Hammer)