Arbeiðsgevarar taka nú málið í egnar hendur

Føroya Arbeiðsgevarafelag krevur koronupass, tá størri tiltøk verða.

Sjálvt um landsstýrið ikki vil seta krav um koronupass í gildi, so hevur Føroya Arbeiðsgevarafelag gjørt av at krevja koronupass til øll tiltøk hjá Vinnuhúsinum

– Seinasta hálvtannað árið eru tað mong tiltøk, sum eru avlýst og útsett fyri at fyribyrgja smittuspjaðing, eisini hjá okkum í Vinnuhúsinum. Nú smittutølini við COVID-19 eru so høg sum ongantíð áður, hevur Føroya Arbeiðsgevarafelag gjørt av, at seta krav um koronapass fyri at kunna luttaka til størri tiltøk, t.e. prógv fyri lidna koppseting, andevnisváttan um ein hevur verið sjúk/ur, ella negativa PCR test, sum ikki er eldri enn 48 tímar.

 

Tað skrivar Føroyar Arbeiðsgevarafelag í morgun.

 

Tey vísa á, at heilsufakligu myndugleikarnar mæla til, at krøv antin verða sett um koppseting ella negativa test. Fólk, sum hava verið sjúk við COVID-19, verða javnsett við koppsett í hesum sambandi.

 

– Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur gjørt av at taka ráðgevingina til eftirtektar og eftir samskifti við koronaráðgevingina gjørt av, at seta krav um koronapass í sambandi við størri tiltøk.

 

– Henda skipan verður galdandi til heilsufakligu myndugleikarnar broyta tilmælini hesum viðvíkjandi, skriva arbeiðsgevararnir.

 

 

 

Sjálvt um landsstýrið ikki vil seta krav um koronupass í gildi, so hevur Føroya Arbeiðsgevarafelag gjørt av at krevja koronupass til øll tiltøk hjá Vinnuhúsinum