Samgongan, sum nú situr, hevur verið alt annað enn góð fyri tey sum hava lágar og miðalgóðar inntøkur.
Tað staðfestir Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag, á aðalfundinum í felagnum í morgun.
- Vit síggja, at munurin ímillum rík og fátæk bara økist, og tað gongur ikki vika, har vit ikki hoyra um, hvussu okkara heilsuverk bløðir.
Formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag heldur, at tað sigur seg sjálvt, at tað ber ikki til at reka eitt heilsuverk, verður ikki tann peningur játtaðu, sum tað kostar at dríva eitt nøktandi heilsuverk við.
- Tað sær út til, at hendan borgarliga samgonga hevur sett sær fyri at niðurpína heilsuverkið, sigur Georg F. Hansen.
Hann spyr, hvat tað næsta verður?
- Vit hava hoyrt røddir um, at vit skulu hava brúkaragjølr í heilsuverkinum, Verður tað næsta stigið hjá samgonguni?
- Hetta kenna vit í londum, har tey borgarligu hava rátt fyri borgum. Eg eri stórliga bangin fyri, at hetta verður veruleiki, kemur ein borgarlig samgonga til eftir eitt komandi val.
- Um so verður, verða brúkaragjøldini sett í gildi heilt stutt eftir, at tey eru komin framat, júst sum tey gjørdu við flatskattinum og broytingunum í pensjónsgjaldinum. Tey vita sum er, at alt er gloymt eftir fýra árum, tá ið val verður aftur.
Formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag vísir á, at niðurpínda heilsuverkið ger, at fólk føla seg noydd at fáa sær privatar heilsutryggingar.
- Longu nú eru tað fleiri, sum hava sett seg fyri slíkum tryggingum.
- Tað eru neyvan verkafólk sum hava slíkar trygginga, tí tær eru sera kostnaðarmiklar.
Les eisini: Arbeiðsloysið hevði vaksið 500 fólk
Úrslitið er, at eisini her gerst ójavnin størri og størri, og stóri taparin verða láglønt, sum ikki hava ráð at tekna sær heilsutrygging. Stóri tapararnir verða eisini fólk við sjúku ella breki og sum, av tí sama, ikki sleppa at tekna sær heilsutryggingar.
- Hetta er ikki nøktandi, heilsuverkið má fáast á beint aftur í stundini, sigur Georg F. Hansen.