Arbeiðsavrikið hjá AB er framúr

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Komandi starvið í Víkingi órógvar ikki arbeiðssetningin á Argjum

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við høvuðsvenjaran hjá AB, Sámal Erik Hentze, aftaná hann hevði sæð sítt lið spæla javnleik 2-2, aftaná at hava verið á odda á tveimum sinnum.

 

Givið er, at Bagge ikki er nøgdur við at missa leiðsluna tvær ferðir í dystinum, men hann undirstrikar, at hann er framúr nøgdur við arbeiðsavrikið og hugburðin hjá sinum spælarum. - Eitt so væl spælandi lið, sum AB má ikki flyta niður, slær Bagge fast.

 

Bagge greiðir eisini frá hví hann hevur tikið við avbjóðingini at verða venjari hjá Víkingi komandi ár. Hann slær fast, at komandi starvið ikki órógvar setningin hann skal greiða fyri AB komandi umførini.