Enn er óvist hvussu tað fer at eydnast at loysa stóru trupulleikarnar, sum øll, ið ferðast ímillum Suðuroynna og Havnina, hava. Tað er so nógv av fólki, bilum og farmi at flyta ímillum Suðuroynna og Havnina, at Smyril er illa plágaður av seinkingum, serliga tann seinasta túrin av Havnini um kvøldið, har Smyril javnan er ein hálvan, til ein tíma seinkaður.
Tí hevur Bjarni Hammer, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, spurt Jørgen Niclasen, landsstýrismann í samferðslumálum, um nøkur ætlan er um, at fáa eitt skip afturat skip at taka trýstið av Smyrli.
– Seinkingar eru gerandiskostur, og bilar standa oftari og oftari eftir. Ferðandi hava trupult við at leggja sínar ferðir til rættis, tí tað er sjáldan nøkur trygd fyri, at tey fáa síni akfør við. Og ferðandi, sum skulu av landinum, mugu aloftast av oynni dagin fyri, um tey skulu vera vís í at náa flogfarið, sigur Bjarni Hammer.
Jørgen Niclasen sigur, at Strandferðslan ásannar, at tað er stórt trýst á Smyrli á Suðuroyarleiðini og at tað er neyðugt at fáa fáa betri farmaflutning ímillum Suðuroy og Havnina.
Hann sigur, at hann hevur viðgjørt støðuna saman við Strandferðsluni. Í hesum sambandi hava Strandferðslan, og hann sjálvur, tosað við tey privatu flutningsfeløgini, um at sigla farm til og úr Suðuroy nakrar ferðir um vikuna.
Landsstýrismaðurin sigur, at eru flutningsfeløgini sinnað til. Men tey leggja dent á, at skal tað ikki verða dýrari at flyta farm, verður tað neyðugt at fáa ískoyti úr landskassanum til endamálið.
Jørgen Niclasen sigur, at politiskt verður arbeitt við málinum og hann vónar, at tað ber til at finna eina politiska semju í sambandi, sum kann tryggja farmflutning á suðuroyarleiðini – eins og samgongan gjørdi fyri Sandoyarleiðina í fjørð, tá ið Hasfjord varð keypt.