- Tað verður serliga nógv at gera í kvøld. Eg vænti, at tað fara at vera eini 10.000 fólk á Vágsbøi tá.
Tað sigur John, ið er til arbeiðis á festivalinum. Hann er tó ikki sum flest onnur á festivalinum løntur av Summar Festivalinum, men starvast hann sum parkeringsvørður hjá Klaksvíkar kommunu.
- Man er eitt sindur lagaligari tá festivalurin er, men nakrar bøtur má man geva. Fólk hugsa ikki um, hvar tey seta bilarnar. Nøkur seta bilarnar á básarnar, ið er ætla teimum, ið bera brek, tað gongur bara ikki.
- Annars handlar tað um, at bilar ikki mugu forða vanligu ferðsluni, og so royni eg at eftirlíka krøvunum hjá brunaumsjónini, ið sigur at ongir vanligir bilar sleppa inn á kampingplássið. Har eru tey nógv, ið seta bilarnar.
John er ikki ein ungur maður longur, og fyllir hann 71 seinni í mánaðinum. Hann kennir tískil væl til høvuðsnavnið í kvøld, Roxette, ið hann metir er eitt gott navn hjá festivalinum.
- Roxette, tað er eitt navn, ið vil nakað. Her verða nógv fólk. Mær dámar væl teirra tónleik, og minnist væl, tá tey vóru í toppinum. Annars dámar mær eisini væl tað føroyska, so eg njóti veruliga tónleikin, tá eg gangi runt her og arbeiði.










