Arbeiðir eftir fortreytunum í Havn

Í kommunumálum arbeiðir landsstýrið í alt ov stóran mun út frá fortreytunum hjá Tórshavnar Kommunu, heldur Jóannes Eidesgaard

Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins heldur, at Føroya Landsstýri í kommunumálum arbeiðir rættuliga nógv út frá teimum fortreytum, sum Tórshavnar kommuna hevur at virka eftir.

Hetta sigur hann í viðmerking til tað, sum seinastu dagarnar hevur verið at hoyrt m. a. frá Kristian Magnussen, landsstýrismanni í heilsu- og almannamálum og Eilifi Samuelsen, landsstýrismanni í kommunumálum.

Kristian Magnussen skjýtur upp, at gjaldsbýtið av barnaansinginin verður broytt.

Sum støðan er í dag, rindar landið 40%, kommunan 30% og foreldrini 30%.

Kristian Magnussen sigur, at tá nú kommunurnar hava fingið fleiri pengar um hendi - samstundis sum fleiri teirra ynskja økta dagrøkt - so kann trupulleikin best broytast við, at býtið verður broytt. Hann heldur tí, at parturin hjá landinum skal lækkast niður á 35%, at parturin hjá kommununum verður øktur tilsvarandi upp til 35%.

Tá landið ikki megnar at gjalda meira, er hetta einasti mátin at fáa økt um talið á barnaansingarplássum, sigur Kristian Magnussen.

Tá tann sokallaða Kommunuloysnin varð gjørd fyri fýra árum síðan, varð Kreppulánsgrunnurin settur á stovn. Kreditorarnir vildu hava, at kommunurnar skuldu gjalda í minsta lagi hundrað milliónir í grunnin. Nú 110 milliónir eru í grunninum, heldur Eilif Samuelsen, at kommunurnar skulu nýta tað prosentið, sum annars fór í grunnin, til at gjalda skuld aftur við.