Arbeiðið við ljósmastrunum á Eiðinum er nú byrjað

Í dag byrjaði arbeiðið at grava út fyri nýggju ljósmastrunum við fótbóltsvøllin á Eiðinum. Hetta er fyrsta stigið í arbeiðinum at betra um ljósviðurskiftini á vøllinum.

Fyri 14 døgum síðan skrivaðu Vágs kommuna og Norcon undir avtalu um at stoypa fundamentir, og gera neyðuga jørðarbeiðið, sum skulu til fyri at fáa mastrarnar reistar.

Borgarstjórin í Vági, Bjarni Johansen, fegnast um, at arbeiðið nú er farið í gongd, og sigur, at hetta verður ein týðandi betring fyri bæði ung og vaksin, ið dagliga nýta vøllin, skrivar vagur.fo.