Arbeiðið við heita vatninum byrjað

Heitvatnstangin á 20.000 litrar til Pálshøll, sum Tangavirkið í Vági hevur gjørt, er nú liðugur.

Heitvatnstangin á 20.000 l., sum Tangavirkið í Vági hevur gjørt til Pálshøll, er nú liðugur. Og farið er undir at fyrireika at leggja heita vatnið.

 

 

Langhylurin verður upphitaður við avlopshita frá elverkinum hjá SEV í Vági, og er tað í hesum sambandi, at tann  stóri tangin skal brúkast.

 

Rørini, sum skulu leggjast millum Vágsverkið hjá SEV og langhylin, verða í hesum døgum gjørd klár og fyrsta dagin verður farið undir at leggja rørini. Umframt at leggja rør og seta upp heitvatnstangan, skal eisini gerast eitt hús kring tangan.

 

Pumpur og hitavekslarar verða inni í teknikkrúminum í langhylinum. Leggjast kann afturat, at klárt er at binda í sjálvan svimjihylin.

 

Arbeiðið við at leggja rør til vatn í wc’um, vaskirúmum os.fr. er eisini komið væl áleiðis. Eftir er at leggja høvuðsleiðingina til brúsurnar og til brannslangur, skrivar svimjihollin.com.