Arbeiðið við Grønadammi er tikið uppaftur

Í september varð steðgað fyri veturin at gera Grønadamm lidnan.

Tórshavnar kommuna skrivar, at nú er arbeiðið tikið uppaftur – tað er Brynjolvur (Bynne) Lamhauge, sum saman við Einar Djurhuus hevur staðið fyri arbeiðnum at fáa Grønadamm aftur í tann stand, hann var í fyri mongum árum síðan, soleiðis sum tey, ið eldri eru í dag, minnast hann.

Nú er farið undir at gera tann meira brúkaravinarliga partin, sum snýr seg um at gera eitt hugnapláss omanfyri og at gera økið klárt til at fólk kunnu dippa, svimja og grilla, og hvat mann annars kann finna uppá.

 

Les eisini: Gevast við Grønadammi fyri veturin

 

Ætlanin er, at sum frálíður skal økið gerast atkomuligt fyri øll og trappa og gøta skal gerast oman til økið. Á økinum skal gerast ymiskt til trivnað, eitt nú pláss til barnagarðar og skúlabørn at hugna sær, eins og eitt “skiftirúm” skal gerast á økinum.

Grønidammur liggur skamt innanfyri gamla Buchwald og fiskastykkið, sum nú eisini verður sett í stand.