Fyribils gongur alt sum ætlað. Tað sigur Jóhan Petur Abrahamsen, stjóri á Strandferðsluni. Nú eru góðar tvær viku síðani Smyril fór til Danmarkar á beding til eftirlit, sum skipaeftirlitið krevur og til at gera tær neyðugu ábøturnar.
Eftir ætlan skal Smyril verða aftur í sigling mánadagin 3. oktobur og Jóhan Petur Abrahamsen sigur, at tað er einki, sum bendir á, at tann tíðarætlanin ikki fer at halda. Hann sigur, at nú er alt tikið sundur, men at tey hava ikki rent seg í nakrar trupulleikar, tey ikki vistu av frammanundan.
Men hann sigur, at nú skulu ymsar ábøtur gerast, eitt nú verður neyðugt við einum umfatandi sveisiarbeiði, tí vibratiónir í sambandi við sigling, og í sambandi við at hann leggur at bryggju, og fer frá bryggju, hava elvt til at rivur eru komnar í ymsastaðni, og tað skal sveisast aftur og styrkjast.
Hóast alt higartil gongur eftir ætlan, er tað alt for tíðliga at dúva upp á, at hann skal vera liðugur fyri tíð, so at hann kann vera aftur í sigling skjótari enn ætlað.