Nú skal skýlið úti yvir áskoðaraplássunum á eystaru síðu á Tórsvølli, gerast. Tað samtykti Tórshavnar Býráð seinnapartin í gjár.
Og tað skal ganga skjótt, tí meginparturin av arbeiðnum skal vera liðugt fyrst í september í ár, tá ið landsliðið skal spæla landsdyst.
Umframt at gera skýlið og tak yvir áskoðaraplássini, verða høli eisinimn gjørd uppi undir takinum til wc, sølubúðir av alskyns slagi og onnur endamál.
Arbeiðið er leysliga mett at kosta einar 35 milliónir, og Tórshavnar Býráð skal rinda 80 prosent og Fótbóltssamband Føroya, FSF, skal rinda 20 prosent.
Men hóast talan er um stórarbeiði, verður tað ikki boðið út. MAP arkitektar og J & K Petersen eru í ferð við suðursíðuna á Tórsvølli og Tórshavnar Býráð metir, at tað er bæði bíligari og skjótari at lata tey halda fram at gera eystaru síðu eisini.
Tí hevur býráðið samtykt at fara undir samráðingar við MAP arkitektar og J & K Petersen um at halda fram at gera eystaru síðu.
Samráðingarnar skulu so vísa um tað verður nakar fyrimunir at projektera og gera arbeiðið í eini partalagsavtalu, uttan at bjóða tað út.
Verður samráðingarúrslitið ikki mett at vera nakar fyrimunur fyri kommununa, verður ætlanin slept og so verður tað boðið út ístaðin.
Frammanundan er suðursíðan gjørd og tað arbeiðið kostaði eisini einar 35 milliónir og hetta arbeiðið verður leysliga mett at kosta áleið tað sama.
Tá ið eystursíðan eg gjørd, verður støða tikin til, hvørja lagnu vestara síða skal fáa, um hon eisini verður gjørd nú, ella um steðgað verður á eina tíð.
|