Arbeiðið byrjar beint eftir nýggjár

Arbeiðið verður gjørt í stigum og tað verður heilt liðugt um fimm ár

Arbeiðið at byggja nýggju lívfiskastøðina hjá Bakkafrost í Skálavík byrjar væntandi beint eftir árskiftið. Tað sigur Bakkafrost í eini fráboðan í dag.

 

Tað er eitt gott ár síðani, at Bakkafrost skrivaði undir sáttmála við J&K Petersen um at gera grundstykkið í Skálavík liðugt. Endamálið við lívfiskastøðini er, at har skal Bakkafrost savna alt lívfiskavirksemið. Arbeiðið hevur gingið ógvuliga væl, og í gjár, 25. november, var hátíðarløta í Kelduni í Skálavík, har J&K Petersen handaði Bakkafrost grundstykki.

 

Arbeiðið at byggja sjálva lívfiskastøðina er boðið út, og væntandi verður farið undir bygging stutt eftir árskiftið. Talan er um eina verkætlan í fýra stigum og nýggja lívfiskastøðin í Skálavík fer væntandi undir framleiðslu um 2-3 ár. Og gongst eftir ætlan, er lívfiskastøðin liðug í januar 2026.

 

Seinastu árini hava Bakkafrost og Fiskaaling arbeitt fyri at varðveita føroyska laksastovnin, og síðani 2017 hava starvsfólk hjá Bakkafrost miðvíst arbeitt við at menna og kynbøta stovnin. Arbeiðið hevur gingið væl, har tað hevur eydnast at eyðmerkja íleguhópin á føroyska stovninum, og granskararnir hava góðar vónir um, at tað fer at eydnast at fáa ein føroyskan lívfisk, ið er mótstøðuførur ímóti sjúku og lús, og sum samstundis er góður og veksur skjótt.

Málið er, at øll rognaframleiðsla hjá Bakkafrost til alingina í Føroyum skal vera undan føroyskum laksi í 2023.